Gestur fór illa við heimamonnunum

EB/Streymur styrkti við sigri í Trongisvági nógv um sína støðu, meðan tað er trýst á TB í botninum

Serliga í seinna hálvleiki hevði heimaliðið nógv bóltin, og bólturin var nógv á hálvuni hjá EB/Streymi, men tað eydnaðist heldur ikki í dag TB at fáa hol á og skjóta mál.

EB/Streymur vann 1-0. Hetta var áttanda ferðin í 16 dystum higartil í ár, at tað ikki eydnaðist TB at skjóta mál.

At heimaliðið hevði hevði nógvar støður siga tølini. TB hevði sjey hornaspørk, og EB/Streymur hevði tvey hornaspørk. TB hevði átta royndir á málið og við síðuna av málinum, og EB/Streymur hevði fýra royndir á málið og við síðuna av TB málinum.

Avgerandi var tað, at EB/Streymur skoraði mál, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Eftir afturlegging smekkaði Rói Zachariasen, málverjin hjá EB/Streymi, bóltin langt fram á vøllin. Ein av gestunum snittaði við høvdinum bóltin longur fram, og so við eitt var Gestur B. Dam leysur innanfyri heimaverjuna. Hann rak ímóti málinum og setti bóltin framvið Frederik Mehr í TB málinum.

Sigurin hjá EB/Streymi var tann fjórði, og hann ber við sær, at EB/Streymur á sjeynda plássi hevur 13 stig, meðan TB á áttanda plássi hevur sjey stig, ið er sama stigatal sum AB hevur.

 TB - EB/Streymur 0-1 (0-1)

0-1: Gestur Bogason Dam 29.

 Dómari: Kári J. á Høvdanum

TB: Frederik Mehder – Eirikur M. Ellendersen, Ndende Adama Guéye, Rasmur Møller, Sebastian Kroner – Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen (Filip Obradovic, 46.) – Einar Thorsteinsson (Nikolei Johannesen, 81.), Mark Kongstedt, Jens Erik Bruhn – Poul Ingason

Á beinkinum: Mads Viktoer Svane Altschiler, Jóhan Renéson Thomsen, Andreas Midjord

Gult kort: Poul Ingason, Jens Erik Bruhn

Venjari: Michael Winter

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Bárður Olsen, Hjalti Kárason Djurhuus – Niklas T. Kruse (Rói H. Olsen, 90.), Tóki Johannesen (Gutti Dahl-Olsen, 46.), Símun Sólheim (Arnbjørn Hansen, 68.) – Gestur Bogason Dam

Á beinkinum: Jóannes Davidsen, Petur Zachariasen, Albert Theis Nielsen, Teitur Debes Olsen, Høgni Hummeland

Gult kort: Rói H. Olsen

Venjari: Jákup Martin Joensen

 

HB171511521246
171322551741
B36161213492037
NSÍ171124301235
Víkingur16826322426
ÍF16628193320
EB/Streymur164111103613
TB1614119257
AB17071011497
Skála1602149482

Skála - B36 útsettur

Sunnudagin 23. august

ÍF - Víkingur

EB/Streymur - AB

TB - Skála