Gestirnir vóru púra sørir

11. umfar í Vodafonedeildini er av, og hesa ferð gekk tað soleiðis, sum tað ofta verður roknað við, at tað skal gera. Tað vil siga, at øll tey fimm, sum hesa ferð áttu heimavøll, vunnu sínar dystir.

Vitjandi liðini vóru púra eiðasør. Tað var bara FC Suðuroy, sum hesa ferð megnaði at skora mál á útivølli: NSÍ-FC Suðuroy 2-1, EB/Streymur-ÍF 3-0, B68-B36 1-0, HB-Víkingur 2-0 og B71-AB 1-0.

Meistararnir í HB settu seg seinnapartin aftur í oddasessin, sum NSÍ leygarkvøldið lænti. HB hevur verið oddalið eftir fimm umfør: 6. umfar, 7. umfar, 8. umfar, 10. umfar og 11. umfar.

12. umfar verður mikukvøldið, og 13. umfar verður í vikuskiftinum. Merkisvert er tað, at HB leygarkvøldið fer at vitja við Løkin í Runavík. Eystanstevna verður næsta vikuskifti, og toppdysturin í Vodafonedeildini verður leygarkvøldið.

 

Støðan eftir 11 umfør

HB 24

NSÍ 22

EB/Streymur 18

ÍF 18

Víkingur 16

B36 14

B68 13

B71 12

AB 7

FC Suðuroy 6

 

12. umfar

Mikudagin 16. juni

Víkingur-NSÍ kl. 18.00

B36-B71 kl. 18.30

FC Suðuroy-EB/Streymur

AB-HB kl. 18.00

ÍF-B68 kl. 20.00

 

13. umfar

Leygardagin 19. juni

NSÍ-HB

B71-ÍF

Sunnudagin 20. juni

EB/Streymur-Víkingur

B68-FC Suðuroy

B36-AB