Nú klokkan 18 fer Aron Sofus Vest at bríksla fyri fyrstu ferð. AB hevur vitjan av EB/Streymi, og tað stendur nógv upp á spæl hjá báðum pørtum. Hjá báðum pørtum er setningurin fyrst og fremst at sleppa undan hóttanini av at flyta niður.
Hjá EB/Streymi hevur Arnbjørn Hansen ikki verið nógv at sæð á vøllinum higartil í ár. Í kvøld er hann millum teir fyrstu ellivu. Gestur Bogason Dam, sum er komin úr Danmark og aftur til EB/Streym, er eisini millum teir fyrstu ellivu. Í 4-1 tapinum í Gundadali ímóti B36 var verjuálitið og liðformaðurin Andras Ó. Olsen á beinkinum alla tíðina. Í kvøld er hann millum teir fyrstu ellivu.
Hjá AB er Jón Krosslá Poulsen fremsti maður, meðan Adeshina Lawal situr á beinkinum. Hetta er fyrsta ferðin, at Jón Krosslá Poulsen er millum teir fyrstu ellivu hjá AB. Eli S. Christiansson, sum ikki hevur verið á AB liðnum síðani í august, er á veg aftur til AB, men hann er ikki tøkur í kvøld.
AB – EB/Streymur kl. 18.00
Dómari: Aron Sofus Vest
AB: Silas Eyðsteinsson – Tróndur J. á Høvdanum, Sørin N. Samuelsen, Bjarni Skála – Jákup Pauli Breckmann, Janus Svabo Samuelsen, Bartal S. Petersen, Asbjørn Heðinsson – Jesper Van Der Heyden, Jón Krosslá Poulsen, Bjarki C. Nielsen
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Ragnar Danielsen – Fannhard Skoradal, Gestur Bogason Dam – Niklas T. Kruse, Teitur H. Johannesen, Teitur D. Olsen – Arnbjørn T. Hansen