LØGMANSTEYPIÐ
Eftir tveir ósigrar ímóti EB/Streymi og javnleik í Vági tóktist møguleikin hjá KÍ annað árið upp í slag at detta úr steypakappingini eftir bólkaumfarið at vera stórur. Men endaspurturin hjá klaksvíkingum var so mikið góður, at teir í umførunum Skírisdag og 2. Páskadag fingu fult. Harvið bjargaðu teir sær næstfremsta plássið og pláss í lutakastinum til fjórðingsfinaluna.
Um KÍ hevur funnið rætta stevið og harvið er púra klárt til fyrsta umfarið í landskappingini, har teir skulu royna seg í Gøtu, er ein opin spurningur, sum heldur eingin í Klaksvík heldur seg til at svara.
Í fjør megnaði KÍ ikki at vinna landskappingardystin í Klaksvík ímóti VB. Hann endaði málleysur, og tað var ein av stóru orsøkunum til, at KÍ ikki síðstu umførini var við í kappingini um FM heitið.
Skírisdag vóru vágbingar aftur í Klaksvík. Og aftur hesa ferð høvdu teir somu reseptina í viðførinum, sum teir brúktu í landskappingini í fjør. Teir tóku tað heilt rógligt, og teir høvdu bara Birgir Jørgensen á toppinum.
KÍ hevði bóltin mesta partin av tíðini, men kanska var tað framúr góða veðrið, sum legði ein dempara á ferðina í spælinum. Tískil var tað lætt hjá Eyðuni Jacobsen og hansara monnum at byrgja uppfyri.
Klaksvíkingar fingu kortini eitt mál undan steðginum. Símun Joensen var hægstur, tá ið horna varð sent innfyri úr vinstru, og hann stútaði í málið aftanfyri Bjarna Johansen.
Í 2. hálvleiki økti Erling Fles við høvdinum. Málið kom eftir gott álop í høgru, síðuskift og innlegg.
Síðstu løtuna royndi VB at flyta seg longri fram. Næsta teir komu máli var, tá ið Predrag Zivkovic sendi bóltin framvið KÍ málverjanum, men Jan Andreasen vardi við hondini á strikuni. Hann sá reyða kortið, og Karstin Joensen bjargaði royndini hjá Palla Augustinussen úr ellivu metrum. Hetta var triðja ferðin í steypakappingini, at KÍ málverjin vann tvídyst úr ellivu metrum.
Mánadagin var KÍ á Argjum. Talan var á ongan hátt um stórdyst, og liðið var nógv broytt síðani hósdagin. Eyðun Klakstein og Erling Fles vóru fremstir, og teir skoraðu øll málini í 3?0 sigrinum. Tað fyrsta fekk Eyðun, eftir at bólturin varð lyftur inn um verjuna, tað næsta skoraði Erling eftir flatt innlegg úr høgru og til nærra stólpa, og Eyðun staðfesti við stútara, eftir at hann var fyrri enn málverjin, tá ið bólturin varð lagdur inn um verjuna.
Á KÍ liðnum var merkisvert, at Sámal Eyðfinn Akursmørk, sum ikki hevur verið á 1. liði síðani FM árið í 1999, spældi báðar páskadystirnar á tamb.
VB misti á stokkinum
EB/Streymur hølvaði hósdagin AB av 7?1 á Mølini. Magni á Lakjuni, Sorin Anghel og Marek Vierzbicki skoraðu tvey mál í part. Marek og Magni fóru av vøllinum í 2. hálvleiki, og Magni var so mikið skaddur, at hann ikki var við í Vági mánadagin.
EB/Streymur hevði frammanundan tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum og harvið heimavøll í fjórðingsfinaluni. VB hevði knívin á strúpanum, og teir vóru leingi væl grammari enn mótstøðumenninir.
Predrag Zivkovic legði heimaliðið á odda í 1. hálvleiki, og tá ið Birgir Jørgensen beinanvegin eftir steðgin økti til 2?0, tóktist alt benda á, at VB skuldi vinna øll stigini og harvið bjarga sær pláss í fjórðingsfinaluni. Men soleiðis tørnaði tað ikki út.
Vinjard Dam minkaði um munin, tá ið tað restaðu níggju minuttir, og við síðsta sparkinum av øllum á Vágseiði 2. Páskadag syrgdi miðvallarin Hans Pauli Samuelsen fyri javnleiki. Harvið var greitt, at tað var B36 og ikki VB, sum skuldi halda fram í steypakappingini.
Skírisdag
KÍ?VB 2?0 (1?0)
1?0: Símun Joenen
2?0: Erling Fles
EB/Streymur?AB 7?1 (5?1)
1?0: Ronnie Samuelsen 5.
2?0: Magni á Lakjuni 10.
3?0: Magni á Lakjuni 12.
3?1: Johnnie Samuelsen 21.
4?1: Sorin Anghel 32.
5?1: Sorin Anghel 37.
6?1: Marek Vierzbicki 65.
7?1: Marek Vierzbicki 78.
2. Páskadag
AB?KÍ 0?3 (0?2)
0?1: Eyðun Klakstein
0?2: Erling Fles
0?3: Eyðun Klakstein
VB?EB/Streymur 2?2
1?0: Predrag Zivkovic
2?0: Birgir Jørgensen
2?1: Vinjard Dam
2?2: Hans Pauli Samuelsen