Gestirnir sótu á tí mesta

Hóast bara eitt mál var á muni, so var talan um ein hampuliga tryggan sigur, tá B36 spældi seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið

Fóttbóltur

Føroyameistararnir úr B36 spældu seg víðari uttan stórvegis hóvasták, tá teir hósdagin vitjaðu á Toftum.
Serstakliga vóru gestirnir oman á fyrra umfarið, men tað gingu tó 40 minuttir, áðrenn mál spurdist burturúr. Hetta kom, tá Johan V. Gunnarsson varð sendur avstað í vinstru. Ungi spælarin, sum veruliga hevur tikið kjansin á besta B36-liðnum í ár, legði neyvt inn til Sylla, sum ikki hevði trupulleikar við at beina bóltin í kassan til 1-0.
Eftir steðgin dovnaði spælið nakað. Gestirnir hugsaðu mest um at binda fyri, soleiðis at teir eisini spardu upp á orkuna, og vertirnir megnaðu sjáldan at leggja nakað veruligt trýst á. Einstakar møguleikar gjørdist talan tó um, men Magnus Poulsen, sum vardi málið fyri leikbannaa Jákup Mikkelsen, varð ongan tíð kroystur til at fremja nakrar veruligar bjargingar.