TB-EB/STREYMUR
Jóansøkuhýrurin tóktist skula fáa orduligt skot fyri bógvin í góðveðrinum á Sevmýri leygarkvøldið. Men so var tað, at Emmanuel Larby syrgdi fyri, at eitt stig varð eftir á Sevmýri. TB viðhaldsfólkini fegnaðust sum um, at tað var teirra lið, sum hevði vunnið. Tað var væl skiljandi, tí talan var næstan um síðsta sparkið av øllum, tá ið Larby sendi í kassan.
EB/Streymur hevði tá í góða løtu roynt at draga tíðina út. Vanliga leggja dómararnir ein hálvan minutt afturat fyri hvørja útskifting. EB/Streymur framdi tríggjar útskiftingar, og tann síðsta varð gjørd, tá ið klokkan var farin av 90 minuttum, og tað var eftir hana, at Emmanuel Larby javnaði til 1-1.
TB trýsti nógv síðstu løtuna, og eftir at vandamiklu spælararnir í EB/Streyma álopinum vóru farnir av vøllinum (Sorin Anghel eftir at hann hevði fingið lítlan løst), tóktist vandin fyri, at gestirnir skuldu fara í mótálop ikki at vera so stórur.
Í evstu sekundunum snittaði Acic langa framlegging víðari. Óli Johannesen royndi ímóti málinum. Bólturin varð blokeraður til innskifta Búa Dahl, sum royndi eina ferð afturat. Men enn eina ferð blokeraðu EB/Streyma menninir. Hesa ferð fór bólturin til Emmanuel Larby, sum bara tveir metrar frá málinum stýrdi honum inn um strikuna aftanfyri Magnus Poulsen, og so var gleði kring vøllin á Sevmýri.
Gestirnir úr Sundalagnum, sum høvdu Egil á Bø sum hangandi álopsspælara aftanfyri Sorin Anghel, hingu við høvdinum. Teir høvdu verið so tætt við at fingið øll trý stigini, sum tað ber til at vera. Men sæð í bakkspeglinum kundu teir kortini gleðast um, at tað hesa ferð hevði hilnast betri, enn tað gjørdi, tá ið teir fyrru ferðina vóru á Sevmýri og taptu 3-0.
Hans Pauli Samuelsen skoraði EB/Streyma málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Heimaverjan, sum annars plagar at vera tryggleikin sjálvur, og sum annars eisini hesa ferð stóð stinn, var ikki vakin, tá ið vongverjin, Gert Hansen, sum eisini er hondbóltsspælari, tveitti ógvuliga langt innkast. Hóast hann tóktist at vera væl ansaður, og eydnaðist tað Sorini Anghel við høvdinum at snitta bóltin longri inn fyri málið til Hans Paula Samuelsen, sum sera hegnisliga og neyvt og uttan ta stóru ferðina, fluktaði bóltin í málið.
Ikki nóg støðugur
Milan Milanovic, TB venjarin, heldur, at sum dysturin tók seg upp, og tá ið tað ikki eydnaðist teimum at fáa mál fyrrenn í síðstu sekundunum, so kunnu teir ikki annað enn vera nøgdir:
- Vit løgdu væl fyri, men tá ið teir høvdu fingið málið, var tað sum um, at spælið hjá okkum datt sundur, og aftaná tað høvdu vit ikki so nógv at bjóða uppá. Luturin hjá okkum er at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, og tað ber spælið hjá okkum brá av. Eg vil hava, at vit samanspæla og ikki sparka. Tað eydnast væl í løtum, men vit eru ikki nóg støðugir. Eftir at tað hevur sæð gott út eina løtu, so renna vit okkum í periodur, tá ið tað ikki sær so væl út. Men spælararnir hjá okkum skulu eiga rós fyri, at teir leygardagin hildu fram at stríðast, og tað bar í síðsta enda eitt stig við sær, og tað eru vit sera fegnir um, sigur TB venjarin.
Milan Milanovic roknar við ógvuliga torførari uppgávu næstu ferð, tá ið TB skal spæla í Gøtu.
- GÍ hevur fingið vind undir veingirnar. Teir spæla væl, og teir trúgva uppá, at tað skal bera til. Sunnudagin megnaðu teir 1-1 í Runavík, og tað er gott úrslit. Í fótbóltinum gongur tað upp og niður. Í Runavík mistu vit tvey stig, tá ið NSÍ skoraði til 1-1 við síðsta sparkinum. Nú vóru tað vit, sum við síðsta sparkinum fingu javna til 1-1.