Gestirnir funnu ikki málið

Kvinnur: Tey trý heimaliðini vunnu í dag við tilsaman 10-0

Annað umfar í kvinnukappingini í fótbólti var í dag og í kvøld.

Tey trý liðini, sum vóru gestir, megnaðu ikki at skora nakað mál.

B36 var gestur í Gundadali, har grannarnir í HB áttu heimavøll.

Tað sær út til, at HB av álvara hevur hug at spíska seg. Í dag vann HB 5-0. Longu í hálvleikinum var 4-0.

Milja R. Simonsen skoraði tvey mál, og Heidi Sevdal, Janita Ole-Jacobsen og Julian Naomi Mortensen skoraðu hvør sítt.

 

Í Klaksvík vann KÍ 3-0 ímóti B68. Hetta er trivaligur sigur, men ofta er B68 farið úr Klaksvík við størri tapi enn hesum.

Sanna Jacobsen setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tveir minuttir undan steðginum økti Rannvá B. Andreasen um munin, og hon staðfesti 3-0 sigurin, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.

 

Meistararnir í EBS/Skála áttu við Margáir heimavøll ímóti ÍF/Víkingi. Heimaliðið vann, men talan var ikki um stóran sigur. Úrslitið var 2-0. Birna Johannesen setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og seinni hálvleikur var eitt lítið korter gamal, tá ið Durita Hummeland økti til 2-0.

 

Triðja umfar verður um eina viku: EBS/Skála-HB, B36-KÍ og ÍF/Víkingur-B68.