Gestir við nýggjum tilfari

Gestir hövdu á heimavölli fyrstu konsertina á sandinum á G! í ár Gestir fingu æruna at spæla fyrstu konsertina á sandinum á G! 2007. Og á heimabana spældu teir eina sum heild fína konsert.


Teir spældu bæði nýggjar sangir og eisni tilfar av flöguni ?Burtur frá toftunum?.


Hóast hetta kanska ikki var besta konsertin, teir hava spælt, so hildu fólk, at teir vóru væl betri enn á G! í fjör.


Nýggju sangirnir vóru eitt sindur meira popputir; og eisini hava teir fingið eitt elekroniskt element við í tónleikin, og hetta riggaði sera væl.


Löturnar, táið teir lögdu nógva orku í, og tónleikurin rættiliga eksploderaði, vóru löturnar, táið Gestir rættiliga glógvaðu. Annars tyktiskt tað kanska, sum teir til tíðir hövdu ilt við at rökka útum tann nýggja ? og sera stóra ? pallin.


Ljóðið var gott, og tað riggaði væl at hoyra Gestir í stóra ljóðanlegginum á sandinum.


Í byrjanini vóru ikki so nógv fólk, men sum fráleið legðist til, og fólkini vóru sum heild nögd við konsertina.



Oddur á Lakjuni