Gestir spældi uttan strúkarar

Gestir vóru settir á skránna beint eftir Jonas Molinder. Hetta var ikki ein serliga trupul uppgáva, tí tað kundi nærum bert gerast betur. Planet.fo skilti á onkrum útlendskum gesti, at tað var ein lætti, tá Gestir við síni góðu framførslu vístu, at støðið á sýnisgluggatiltakinum var munandi betur, enn tað sum sviin hevði lagt. Gestir hava spælt nógv við strúkarum, síðan fløgan kom út í fjør, men fríggjakvøldið var bólkurin aftur á palli uttan uttanhýsis hjálp. Hetta var ein fyrimunur í nøkrum løgum og ein vansi í øðrum. Tað tyktist sum um Knút Háberg Eysturstein á tangentum fekk eitt sindur betur pláss í ljóðmyndini. Hetta gav løgunum eitt sindur meira av kanti, enn tey hava, tá strúkarar eru við. Men samstundis var ljóðmyndin ikki líka stórsligin, sum hon onkuntíð hevur verið, hóast hon enn var stór. Bólkurin legði fyri við lagnum Hvørt Fótafet, ið vanliga er eitt av hæddarpunktunum á eini Gestir konsert, men tað var lagið ikki hesaferð, lagið var rættiliga væl spælt, men bólkurin tyktist bert at gerast heitari, og inniligheitin gjørdist størri fyri hvør lagið, ið bólkurin spældi.