Hetta hevur hepnast væl! Soleiðis tekur Sofus Johannesen, kommunustýrislimur í Sunda Kommunu, samanum ætlanina at byggja ein heilan býling av summarhúsum við Gjógv.
Sofus er sjálvur gjáarmaður og leygardagin varð Fornagarður, sum býlingurin við summarhúsum eitur, formliga handaður eigarafelagnum, sum stendur fyri honum. Tilsamans eru 19 summarhús í Fornagarði og tey flestu eru longu liðug og tikin í brúk.
Sofus Johannesen sigur, at tað eru bara tey fægstu av teimum, sum hava fingið sær summarhús í Fornagarði, sum hava nakað tilknýti til Gjáar frammanundan. - Tey flestu eru púra fremmand fólk, sigur hann.
Ofta hevur verið at hoyrt, at bygdarfólk eru ikki so fegin um at lata grundstykki til summarhús, tí tey vilja heldur hava fastbúgvandi. Men hetta er ein vanahugsan, tey hava slept við Gjógv. - Vit kunnu bara staðfesta, at fólk byggja ikki hús við Gjógv at búgva fast í , heldur ikki gjáarfólk sjálvi, sigur hann.
Tí gjørdu tey av at gera eina útstykking við summarhúsum og grundstykkini kostaðu ímillum 135.000 og 195.000 krónur, men tá vóru tey byggibúgvin. - So er í hvussu so er lív í bygdini, tá ið summarhúsgestirnir eru her, sigur hann. - Tað er rættiliga sannlíkt, at tá ið fólk brúka nógvar pengar upp á byggja sær summarhús, er tað tí at tey ætla sær at brúka tey.
Og higartil eru royndirnar verið heilt góðar, sigur kommunustýrislimurin. - Tað er hvørt vikuskifti, at onkur er í summarhúsunum og so eru tað sjálvandi fleiri um høgtíðirnar og tá ið feriur eru. Og tey, sum eru í summarhúsunum, taka eisini virknan lut í tí felagslívi, sum er vi Gjógv, leggur hann afturat.
Á myndini er tað Eyðgerð Mørkøre Kruse, kommunustýrislimur, sum handar Jóan Petur Vang, formanni í eigarafelagnum Fornagarði, endaliga yvirtøkuskjalið upp á summarhúsøkið. Myndina tók Sofus Johannesen.
|