Gestir ljóðblanda

Gestir eru farnir undir ljóðblandingina av fyrstu fløguni hjá bólkinum. Saman við ljóðblandaranum Gareth Parton verður fløgan nú gjørd liðug.

Gareth Parton hevur áður arbeitt við bólkum sum The GO! Team, Placebo, Killers, The Futureheads, Death In Vegas, Tom Jones og Sing A Song For You (Tim Buckley Tribute).
 
Sambært Gestum gongur ljóðblandingin væl, og í næstum verður farið undir at gera hana klára til útgávu.

Gestir vóru fyri stuttum í upptøkuhølinum og tóku strúkarar upp við Rosabellu Gregory og Dirty Pretty Strings.