Gestir fær jaligt ummæli í Danmark

Danski ummælarin á musik.dk gevur fløguni Burtur frá Toftunum hjá Gestum sera jaligt ummæli.

Á donsku tónleikaheimasíðuni musik.dk fáa føroysku Gestir fýra út av seks stjørnum fyri sína fyrstu fløgu, "Burtur frá Toftunum".
Tónleikurin verður lýstur sum verandi føroyskur, bláur, larmuttur og vakur. Tónleikurin ljóðar sum ein romansa millum Jeff Buckley og Thom Yorke, leiddur av heilt serstøku røddini hjá Ólavi Jákupsson, og er ikki neyðugt at skilja orðini hjá Gestum - tú skilur tónleikin, undirstrikar ummælarin millum annað. Hann vísir á, at røddin hjá Ólavi Jákupsson av tí, at tú ikki skilur hana verður til eitt annað ljóðføri, men hetta er partur av tí, ið ger Gestir so góðar. Gittarspæli verður eisini tikið fram, og surf gittarin hjá Tórfinni Jákupsson, fær hugan at leita til eitt Quentin Tarantino soundtrack, skrivar ummælarin. Ið sigur, at røddin hjá Ólavi er imponerandi.
Fløgan hjá Gestum verður annars ummæld komandi viku í Søndagsavisen, ið kemur út í hvørt húsarhald í Danmark, og verður lisin av uml. 1,5 mió. lesarum, eins og í
september útgávuni av mannfólkablaðnum M! Magazine.
Ummæli liggur á: www.musik.dk/14072.