Upptøkan kemur eftir eitt langt summar, har bólkurin hevur luttikið á MjúS, G! og øðrum konsertum, umframt at teir hava arbeitt miðvíst við at gera tónleik til fløguna. Til ber at hoyra Gestir í Losjuni við Gøtugjógv í annað kvøld og til AME í Vega 27. august.
Lundgaard Studio liggur í Vejen og áður hava bólkar sum Taxi, Deja Vu og 200 tikið upp ella ljóðblanda í upptøkuhølinum, sum eru nøkur av teimum bestu í Danmark.