Gert Wilders fríkendur

Rætturin í Amsterdam hevur fríkent niðurlendska høgrapolitikaran Gert Wilders, sum var ákærdur fyri at hava eggjað til hatur ímóti muslimum. Talan var um fimm ákærur, men tann 47 ára gamli Wilders varð fríkendur í øllum fimm.

Tær fimm ákærurnar bygdu á ymiskt, sum Gert Wilders hevur sagt alment um muslimar og fólk, sum eru komin til Niðurlanda úr londum uttan fyri Vesturheimin. Eisini hevur hann samanborið ta islamsku koranina við "Mein Kampf" hjá Adolf Hitler.

Rætturin í Amsterdam sigur, at orðini eru niðrandi, men ikki ólóglig. Harafturat snúgva tey seg um islamsku trúnna og ikki muslimar sum einstaklingar, sigur rætturin í úrskurðinum.