Sunnudagin klokkan 16 sigur Rás2 frá fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum EB/Streym og NSÍ í Streymnesi, umframt at sagt verður frá dystinum millum Víking og KÍ.
Seinnapartssendingin tosaði við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Trygva Mortensen, umframt at tosað var við roynda vongspælaran hjá EB/Streymi, Gert Hansen.
Gert ætlar sær í ta áttandi finaluni við EB/Streymi, men NSÍ og Trygvi Mortensen hava gott mót um, at tað kann koppa teirra veg.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr tað, sum Trygvi Mortensen og Gert Hansen søgdu á Rás2.











