Aftaná seks sigrar á rað kom Víkingur sendandi niður á jørðina aftur, tá liðið á heimavølli tapti 1-4 ímóti 07 Vestur, ið lá aftast í Betrideildini áðrenn dystin millum liðini í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevði á FM1 við hjálparvenjarin hjá Víkingi, Gert Hansen.
Reyða kortið Andrias Lava Olsen fekk aftaná 25 minuttirs spæl, tá Eiler Rasmussen vísti leirvíkinginum seinna gula kortið gjørdu avgjørt ikki fyritreytirnar betri hjá Víkingi at fáa stig í dag ásannar Gert Hansen.
Gert Hansen heldur, at liðið avrikaði stak illa í dag, og tað nyttar einki at skylda uppá dómaran ella nakran annan.
Gert Hansen greiddi frá, at Sølvi Vatnhamar hevur verið skaddur, og tí byrjaði hann ikki inni í dagsins dysti. Hann ivast í um Sølvi verður tøkur til heimadystin ímóti Suðringum komandi hóskvøld.
Samrøðan Petur Asbjørn Lervig gjørdi við trímálsskjúttan hjá 07 Vestur, Sonny Jacobsen hoyrist HER