Gert: Nú eru vit komnir í gongd

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøður við Gert Hansen (EB/Streymur) og Fróða Benjaminsen (HB) her

Føroyameistararnir hjá HB taptu sín fyrsta dyst í effodeildini í dag, tá teir taptu 1-2 ímóti EB/Streymi.

 

Gert Hansen hjá EB/Streymi fegnast um, at nú er EB/Streymur veruliga komið í gongd. Fróði Benjaminsen harmast fyrsta tapið. Hann hevði ongar umberingar fyri tapinum, men ásannar, at útvísingin hjá Heina Vatnsdal gjørdi tað ikki lættari.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Gert Hansen og Fróði Benjaminsen søgdu aftaná dystin.