Gert: Løgnar dømingar í dag

(Frá Rás2) Tvímálsskjúttin hjá Víkingi, Gert Hansen undrast á nakrar av dømingunum í Sarpugerði í dag

Gert Hansen, sum skoraði bæði málini fyri Víking ímóti 07 Vestur í dag vil ikki geva dómaranum nakra skyld fyri, at Víkingur bert megnaði javnleik 2-2 ímóti 07 Vestur á heimavølli í dag, men hann heldur, at teir í Víkingi fingu nakrar løgnar dømingar ímóti sær í dag. Gert Hansen skilur ikki, at Víkingur fekk eitt mál kolldømt við støðuna 2-2, tá ein 07 Vestur spælari stútaði bóltin aftur til málverjan hjá sær.

 

Gert Hansen heldur tað er snópisligt hjá FM-vinnarunum bert at spæla javnleik 2-2 á heimavølli ímóti uppflytarunum hjá 07 Vestur. Gert heldur eisini, at Víkingur kann ikki blíva við at dúva uppá, at teir í verjuni skora málini hjá Víkingi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Gert Hansen aftaná dystin í Sarpugerði í Norðragøtu.