TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við hjálparvenjaran hjá Víkingi, Gert Hansen sum sá sínar menn tapa 0-3 til NSÍ á heimavølli í Sarpugerði í Norðragøtu í dag.
Gert Hansen sigur, at Víkingur má taka sær betri dagar fyri komandi kappingarár. Bæði spælarar, venjarar og felagið sjálvt má gera tað betur í 2019.
Um dystin í dag sigur Gert, at tá støðan enn bert var 1-0 hevði Víkingur málmøguleikarnar til at koma aftur í dystin, men tá var ikki tikið av. Tá NSÍ so skoraði til 3-0 var løst og liðugt, og dysturin var punkteraður.
- Hetta var ikki gott, men spælararnir stríddust um ikki annað, staðfestir Gert Hansen.
HERber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze.










