Leingi hevur ljóðað, at Gert Hansen hevur verið upp á tal í Víkingi. Nú er greitt, at hann heldur fram í EB/Streymi. Gert Hansen hevur øll árini spælt við sundalagsmonnum.
Eisini Niels Pauli Danielsen og Jóhannes Hansen halda somuleiðis fram. Niels Pauli Danielsen hevur verið ein virkin partur av liðnum hjá EB/Streymi, men tað hevur ikki eydnast av vinna sær púra fast pláss.
Eisini ungi bakkurin, Jóhannes Hansen, heldur fram í felagnum. Tað ljóðar, at Rógvi Egilstoft Nielsen møguliga ikki haldur fram í felagnum. So verður pláss fyri unga bakkinum, sum hevur staðið seg væl í onkrum av dystunum, sum hann hevur spælt.
Ongin nýggjur spælari er kunngjørdur, men áhugi er fyri millum annað Evrard Ble og Pól Jóhannus Justinussen at styrkja miðvøllin. Hvørki Levi Hanssen ella Pætur Dam Jacobsen hava longt, og tað kundi bent á, at teir ikki halda fram í felagnum.
Pætur Dam Jacobsen er settur í samband við Skála, meðan Levi Hanssen er settur í samband við Víking og HB. Serliga HB sær út sum ein góður møguleiki, nú Froði Benjaminsen ikki heldur fram í felagnum.