Gert: Eru ov slappir við deyðbóltsstøðurnar

(Frá Rás2) Gert Hansen ergrar seg um, at Víkingur ikki fekk trý stig við sær aftur til Eysturkommunu

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Gert Hansen, sum skoraði seinna málið hjá Víkingi, tá Víkingur í dag spældi javnleik 2-2 ímóti HB á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

Gert Hansen harmast, at tað ikki blivu til trý stig í dag. Hann staðfestir, at hann og liðfelagarnir eru blivnir ov slappir við deyðbóltsstøðurnar hjá mótstøðuliðunum, og tað hevur kostað nøkur mál seinastu dystirnar.

 

Annars kann nevnast, sum eitt kuriosum, at Gert Hansen bleiv ársins dómari í hondbólti ígjár, og var heiðraður á hondbóltsgalla í Vestmanna.