Hóast hann er verjuleikari, so hevur Gert Hansen seinstu tveir dystirnar skorað sigursmálini hjá EB/Streymi. Í síðsta dysti skoraði hann sigursmálið í 2-1 sigrinum á AB, og í gjár tryggjaði hann sundalagsmonnum øll stigini, tá hann í tíðini dómarin hevði lagt afturat skoraði til 2-3 til EB/Streym. Við sigrunum er EB/Streymur við at koma seg eftir eina slaka byrjan uppá kappingarárið.
Sjálvt um EB/Streymur ikki fekk sigurin í hús fyrr enn í síðstu løtu, so var tað uppiborið. Tó vóru perónlig mistøk hjá sundalagsmonnum, saman við einum vælleikandi Bárði Johannesen í B71 málinum, nær við at kosta EB/Streymi sigurin.
Meðan sundalagsmenn kunnu frøast um sigurin, so iðra tey seg á Sandoynni eftir at missa á stokkinum. Sum uppflytari ræður um at skava so nógv stig saman sum tilber, men ósketni í síðsta minutti gjørdist dýrt.
Sum heild var talan um ein javnan fyrra hálvleik, har sundalagsmenn høvdu bóltin meira, men sandoyingar vóru vandamiklir í mótálopunum. Tað skuldi tó ein heldur margháttlig støða til áðrenn fyrsta málið kom. Ungi málverjin hjá EB/Streymi, Sam Bjartalíð, tók bóltin tá ein viðspælari spældi aftur, og tí varð fríspark til B71. Danilo gjørdi skjótt av, og spældi til Høgna Midjord sum skoraði.
Eftir at B71 var komið á odda trektu teir seg eitt sindur aftur á vøllin, og sundalagsmenn tóku yvir. Men sjávt um EB/Streymur hevði kjansir nokk til at javna, so eydnaðist tað ikki áðrenn steðgin.
Gert Hansen gjørdist hetjan
Eftir hálvleiksteðgin kom rættuliga gongd á málskjótingina. Longu í fyrsta minutti eftir hálvleiksteðgin javnaði Gudmund Nielsen fyri sundalagsmenn.
Útjavnandi málið hevði við sær at gesirnir settu seg tungt á dystin, har serliga Hans Pauli og Arnbjørn vóru eygsýndir í álopsspælinum. Hetta hevði við sær at sundalagsmenn komu fram til nakrar góðar kjansir, men tað skuldi eitt brotspark til, áðrenn EB/Streymur legði seg á odda. Málskjútti var Santos.
Nú vóru tað sandoyingar sum skuldu fram á vøllin, og 10 minuttir fyri dystarlok, fingu sandoyingar javnað. Eins og við fyrra málinum var tað eitt heldur løgið mál. B71 fekk hornaspark, sum Mikkjal Hentze sendi beinleiðis í málið.
Sum minuttirnir gingu komu sandoyingar nærri og nærri einum heldur heppnum stigi, men Gert Hansen vildi tað ørvísi, tá hann í síðsta minutti av yvirtíðini skoraði sigursmálið.
Sostatt eydnaðist tað EB/Streymi at draga sigurin í land takkað verið Gert Hansen, meðan sandoyingar ikki kunnu brúka enn eitt tepurt tap til nakað sum helst.