Tað er ikki frákoyrdi sjúkrahússtjórin ella ovurnýtsla av heilivági, men harafturímóti politiska svikagerðin, tá ið føroyskir politikarar í hugmóði ikki bert skóru blokkin, men eisini dagføringina, sum m.a. skuldi tryggja meirkostnaðin av nýggjum heilivági. Men teir av somu politikarum, sum fingu danskt ískoyti, skóru hvørki í egnum samsýningum ella dagføring.
Er tað veruliga so galið, at politikararnir heldur vilja at sjúkrahúsverkið fer í forfall, syndabukkur verður útpeikaður, fær sekkin og at patientarnir ikki kunnu fáa tann nýggjasta heilivágin, sum veruliga ger mun, heldur enn at fáa sjúkrahúsverkinum tann pening til vega, sum vit hava lógarbundnan rætt til?










