Hóast hann framvegis er undir illgruna í málinum um Madeleine, ætlar Gerry McCann sær aftur til arbeiðis nú. Síðani fyrst í mai hevur hann havt farloyvi frá starvinum sum hjartaskurðlækni, men eftir at hava tingast við leiðsluna á sjúkrahúsinum hevur hann gjørt av at byrja aftur, skrivar blaðið Sunday Express.
Leiðslan á Glenfield-sjúkrahúsinum í Leicester sigur við blaðið, ay Gerry McCann er vælkomin aftur til arbeiðis, men sambært blaðnum eru tað ikki øll, sum halda, at avgerðin er røtt. Tey vísa á, at maðurin er framvegis undir illgruna í málinum um Madeleine, og tað kann hava við sær, at summir sjúklingar fara at aftra seg við at tosa við hann, skrivar blaðið.
Leiðslan á Glenfield-sjúkrahúsinum hevur sett ymisk trygdartiltøk í verk í sambandi við, at Gerry McCann kemur aftur til arbeiðis, og tey seinastu tiltøkini komu í gildi leygardagin. Tað er ikki heilt greitt, nær Gerry McCann byrjar aftur á sjúkrahúsinum, men sum skilst sleppur hann ikki at gera størri hjartaskurðviðgerðir teir báðar fyrstu mánaðarnar.