Gerrard var skeivt brúktur

Liverpool-stjørnan Steven Gerrard sigur í samrøður við enska blaðið The Guardian, at hann treivst ikki at spæla á enska landsliðnum undir Sven-Gøran Eriksson. Støðan er ein heilt onnur, nú Steve McLaren er blivin venjari. Í vikuni vann Ongland heili 4-0 á Grikkalandi í fyrsta dystinum hjá McLaren sum venjari.
- Tað var fyrstu ferð, at eg veruliga kundi njóta at spæla á landsliðnum. Eg fekk at vita, at eg skuldi spæla á sama hátt, sum eg geri fyri Liverpool, og eg havi fingið nógv størri frælsi til at spæla frameftir, sigur Steven Gerrrard.
Hann sigur við The Guardian, at Eriksson ofta brúkti hann á skeivum plássi.- Heilt erligt, eg eri ein álopssinnaður miðvallarspælari og ikki ein álopsspælari av neyð, sigur Gerrrard.