Gerrard uppá tal sum venjari

Talan kann gerast um, at Steven Gerrard gerst leikandi venjari í League One

36 ára gamla Liverpool-legendan, Steven Gerrard er liðugur við sína yrkisleið, sum leikari hjá L.A. Galaxy í Major Soccer League í USA, og gongur leiðin nú heim til Onglands aftur.

 

Sambært BBC er Steven Gerrard í samráðingum við MK Dons, sum í løtuni liggur á einum fjórðaftasta plássið í League One, sum er triðbesta deildin í Onglandi. BBC hevur tó ikki fingið váttað um talan er um Steven Gerrard skal verða leikandi venjari hjá MK Dons. Steven Gerrard hevur sagt við enskar miðlar, at tað er als ikki víst, at hon stillar gaggurnar enn.

 

Í enskum miðlum verður eisini róð uppundir, at Steven Gerrard skal gerast ein partur av venjaratoyminum hjá Liverpool, og tað frættist eisini, at Newcastle og Celtic hava sýnt honum áhuga.

 

MK Dons hevur annars ikki eitt gott navn millum enskar fótbóltsfjepparar. Teir skiftu navn frá AFC Wimbledon til Milton Keynes Dons ella MK Dons, og fluttu heimavøllin úr London til Milton Keynes. Í protest var AFC Wimbledon stovnað av nýggjum, og "nýggja" AFC Wimbledon hevur arbeitt seg upp gjøgnum deildirnar, og er í somu deild, sum MK Dons nú.