Einki leikaraskifti í januar fekk so nógva umrøðu sum tað hjá Fernando Torres frá Liverpool til Chelsea. Og hetta skiftið hevur givið Torres nógvar óvinir í Beatles-býnum, men ein stóð honum við lið fult og heilt, og tað var eingin annar enn harra Liverpool sjálvur, Steven Gerrard.
Stevie var ein av teimum fyrstu sum ringdi til mín og stulaði mær og segði, at hann vónaði tað besta fyri meg. Hann segði, at hann sjálvur hevði staðið í somu støðu sum eg, og uttan mun til hvat eg valdi, stuðlaði hann mær, sigur Fernando Torres.
Tað sum sipað verður til hendi heilt afturi í 2005. Tá var Steven Gerrard bara millimetrar frá at skifta til júst Chelsea og milliónirnar hjá Roman Abramovich, men gjørdi í síðsta enda av at verða verandi í Liverpool.
Tað gjørdi Torres sum kunnugt ikki, men fyri tað heldur spaniólin ikki, at hann hevur uppiborið at verða lagdur undir hatur í Liverpool, skrivar Tipsbladet.
Eg haldi ikki, at eg havi uppiborið at verða kallaður svíkjari, tað hongur í mínari verð ikki saman, sigur nýggi Chelsea-áleyparin.
Í morgin hittir Torres sínar fyrrverandi liðfelagar aftur, tá Chelsea tekur ímóti Liverpool á Stamford Bridge klokkan 16. Dysturin verður vístur á 6?aranum.