Gerrard skal vera sjónvarpsserfrøðingur

Gerrard fær annað at hugsa um enn bara at spæla fótbólt

Seinastu mongu árini hevur tað verið Sky Sports, ið hevur verið enska sjónvarpsrásin, sum hevur átt rættindini til at senda Champions League á bretska sjónvarpsskíggjanum.

 

Nú er tó greitt, at tað verður ein onnur sjónvarpsrás, sum yvirtekur rættindini hjá Sky Sports. Talan er um rásina BT Sports, ið hevur goldið heili 897(!) milliónir pund fyri at ogna sær rættindini at senda Champions League komandi trý árini. Hetta veit danska tv3 at siga.

 

Ein av serfrøðingunum, ið skulu skræða seg um fótbóltsspælið, verður Liverpool-legendan, Steven Gerrard, ið sum kunnugt skiftir til USA at leika fótbólt aftaná summarsteðgin. Helst verður tað skipað soleiðis, at Gerrard fer at vera serfrøðingur á BT Sports, meðan vetrarsteðgur er í amerikansku kappingini.

 

Steven Gerrard verður ikki einasta kenda fótbóltsnavnið, ið verður at síggja á sjónvarpsskýggjanum hjá BT Sports komandi kappingarár. Rio Ferdinand, Gary Lineker og Harry Redknapp verða eisini partar av liðnum, sum skal tosa um Champions League í Bretlandi komandi kappingarár.