Gerrard og Carragher leingja

Champions League-finalistarnir úr Liverpool hava longt sáttmálan við tveir av teirra lyklaleikarum. Steven Gerrard og Jamie Carragher, sum báðir eru partur av enska landsliðnum, hava fingið sáttmálan við felagið longdan við fimm árum. Ein sáttmáli, ið teir vinna sær ávíkavist 317 - og 218 mió. kr. uppá. Hetta skrivar enska blaðið The Mirror.

 

Sáttmálarnir eru ikki almannakunngjørdir enn, men tað væntast teir at verða eftir Champions League-finalu teirra ímóti AC Milan mikukvøldið.