Gerrard klárur sunnudagin

Liðformaðurin hjá Liverpool hevur givið avboð til landsdystin í kvøld vegna skaða.

Steven Gerrard hevur trupulleikar við lærkrikanum og fær tí ikki spælt í móti Hollandi. Heimasíðan hjá Liverpool boðar tó í dag frá, at skaðin ikki fær nakra ávirkan á teirra byrjan upp á kappingarárið, tá teir fara til London at dystast við Tottenham. Hesin dystur verður spældur sunnudagin.