Á Anfield hava tey havt nógv at fegnast um seinastu vikurnar, og nú hava tey so fingið enn eina orsøk.
Liðformaðurin hjá Liverpool, Steven Gerrard, sum neyvan nakran tíð hevur spælt betur, enn hann ger í løtuni, hevur nevnliga skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið.
Verandi sáttmálin gekk annars fram til 2011, men hesin er nú longdur við tveimum árum. Samstundis er vikulønin hækkað úr £110.000 í £150.000 vita ensku miðlarnir at siga.