Gerrard hevur góðar vónir

Fótbóltsfelagið Liverpool FC hevur fingið nýggjar eigarar, og liðformaðurin Steven Gerrard væntar sær nógv av nýggju eigarunum – George Gillets og Tom Hicks.
- Eftir at hava tosað við teir í eitt korter, var eg fullkomiliga ovfarin av øllum ætlanunum, sum teir hava. Teir siga, at teir vilja gera Liverpool til heimsins størsta fótbóltsfelag, sigur Gerrard við Sunday Mirror.
- Teir ætla ikki bara at byggja eitt nýtt stadion, teir hava eisini ætlanir um at vinna gull og steyp, sigur Gerrard.