Gerrard er vónbrotin

Liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard dylur ikki fyri Sky Sport, at hann er vónbrotin um vánaligu gongdina hjá Liverpool í verandi kappingarári.

 

- Tað er ógvuliga frustrerandi, at vit liggja so niðarliga á stigatalvuni í tí árinum, tá vit ætlaðu at liggja ovast. Tað hevði havt alt at sagt fyri meg, um vit vunnu meistaraheitið. Tað er eitt vónbrot fyri meg, at tað ikki hevur eydnast higartil, og tá havi eg verið nær við at røkka málinum nakrar ferðir. Eg fari at stríðast fyri at vinna meistaraheitið líka til eg gevist at spæla fótbólt. Vónandi kann eg leggja eitt meistaraheitið aftrat hinum avrikunum hjá mær, sigur Steven Gerrard.

 

- Tað hevði verið eyka serligt, um eg kundi vunnið meistaraheitið, sum liðskipari innan stutta tíð. Eg veit ikki hvussu leingi eg verið liðskipari, tað verða kanska tvey ella trý ár aftrat. Um eg ikki vinni meistaraheitið, sum liðskipari, so verður tað vónandi, ið hvussu er, sum vanligur spælari hjá Liverpool. Men nú ræður tað bara um hjá okkum at royna at vinna okkum fram í oddin í Premier League aftur.

 

Gerrard, sum fer um tey 30 í mai viðgongur, at tíðin er við at renna undan honum, um hann skal fullføra dreymin um at føra meistaraheitið aftur til Anfield. Tað fyrsta hjá Liverpool síðani 1990.

 

- Eg havi verið í felagnum í 11 ár, og eg nærkist teimum 30 árunum, so tíðin er við at renna undan mær. Eg ætli mær at fáa tað mesta burturúr teimum komandi árunum, sigur Steven Gerrard avgjørdur við Sky Sport.