Gerrard bjargaði Liverpool

Tað vóru farnir meira enn tríggir minuttir av yvirtíðini, tá ið miðvallarovastin hjá Liverpool, Steven Gerrard, skoraði sigursmálið í dystinum ímóti Middlesbrough á Anfield Road leygardagin. Dómarin legði annars tríggjar minuttir afturat, men ein steðgur kom í dystinum beint fyri leiklok, og tí fekk Liverpool ein seinasta minutt at fáa sigursmálið, og tað eydnaðist. Liverpool vann dystin 2-1 og hevur fyri fyrstu ferð í fleiri ár vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í einum kappingarári.