Eldborg. Saeborg, Sjóborg, Tórsborg, Kongsborg.
Vit kenna nøvnini á nýggju og stásiligu skipunum hjá Skansi Offshore, sum øll eru bygd síðstu fýra árini.
Felags fyri tey øll er, at tey eru smíðað á Havyard skipasmiðjuni í Norra.
Forstjórin í fyritøkuni, Geir Johan Bakke, er gestarøðari á Vinnudegnum í ár. Sí meira HER.
Í síni framløgu hevði Geir Johan Bakke eisini ein greiðan boðskap til føroyska samfelagið.
- Syrgið fyri, at karmarnir fyri vinnuna leggja upp til gott kappingarføri. Hugsa stórt, men samstundis realistiskt, sigur Geir Johan Bakke.
Norski skipasmiðjustjórin biður føroyingar um at gera sær greitt, hvar satsast skal. Ikki minst, um olja verður funnin á føroyska landgrunninum.
- Finna tit olju, so syrgi fyri at seta á stovn eitt føroyskt Statoil. Og syrgi so eisini fyri at brúka føroyskar undirveitarar. Hugsi stórt, og hygg eftir, hvussu vit hava gjørt í Norra, ljóðar boðskapurin frá Geir Johan Bakke.
Hóast kappingin skal stimbrast, so hevur samstarvið eisini týdning.
- Arbeiði saman, har tit kunnu. Og kappist so, tá tit mugu. Stuðli teimum, sum royna. Og dyrki tey, sum eydnast, sigur Geir Johan Bakke.
Norski skipasmiðjustjórin heitir á føroyingar um at brúka tey sambond, sum eru til Norra.
- Brúki norska sambandið, men leggi føroysku fyrimunirnar afturat, sigur Geir Johan Bakke.
Sambært honum verður í framtíðini tørvur á bæði kapitali og førleikum. Og tí ræður um at vera frammi í skónum.
- Hava tit valið millum at vera við og vóna at tað gongur væl, ella standa á síðulinjuni og vóna at tað gongur illa, veri so fyri, ljóðaði áheitanin frá Geir Johan Bakke.
Les eisini: