Gerið ikki enda á Rooney

Svenski venjarin Sven-Gøran Eriksson endaði sína tíð sum enskur landsliðsvenjari við at heita á bretar um ikki at gera av við Wayne Rooney, sum fekk reytt kort í fjórðingsfinaluni ímóti Portugal leygardagin.
- Tit hava brúk fyri Rooney. Hann er gylti spælarin í enskum fótbólti, so gerið ikki enda á honum eftir útvísingina. Tað er líkamikið, um hann gjørdi hatta við vilja ella ikki, gloymið tað, sigur Eriksson.