Gerið Havnina til lestrarbý

Aftaná Hoydalar fór eg í 1975 á Fróðskaparsetrið í 2 ár. Jóhan Hendrik W Poulsen hevði avloyst Christian Matras, sum framvegis hevði nakrar fáar tímar. Skemtingarsami Mortan Nolsøe undirvísti saman við Ole Jacobsen, Ulf Zachariassen, norska gestalærarunum Trygvi Skomedal og svianum Bjørn Hagstrøm, sum altíð setti sær og øðrum sera høg mál.
Vit vóru ikki nógvir næmingar tá, men lestrarumhvørvið var gott, og vit fingu ein førning fyri lívið. Tí fegnist eg um, at Fróðskaparsetrið 37 ár seinni hevur ment seg til ein depil, har umleið 100 fólk starvast og talið av lesandi er farið uppum 650. Stóri vøksturin kemur tó mest av samanleggingum við aðrar skúlar í høvuðsstaðnum í eini roynd at skapa eitt samanhangandi undirvísingarumhvørvi.
Fiskivinnan er at kalla horvin úr høvuðsstaðnum, og tær stóru framleiðslueindirnar liggja nú í Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágoynni og Suðuroynni. Havnin eigur ongan part av fiskatilfeinginum, og hetta sæst á Vestaru Vág, har bert eitt sindur av landingarvirksemi er.
Havnin skal tí finna nýtt virksemi til fólkið, her býr. Fremsta boðið í løtuni er at gera býin til ein lestrarbý við øllum tí avleidda virkseminum, sum kann standast av hesum ( t.d. matstovur, íbúðir og aðrar tænastur).
Skal hetta eydnast, má fólkið standa saman um átakið. Tað ber ikki til at spjaða hægri undirvísing um alt landið, og tí mugu møguligar ætlanir um at flyta sjóvinnuútbúgvingarnar úr Havnini sleppast.
Tað er ikki nóg mikið at hava útbúgvingarnar í sama býi, tær mugu savnast á sama øki, campus, soleiðis at vit veruliga fáa gjørt ein lestrarfelagsskap fyri tey lesandi.
Størsta vandamálið í løtuni er fráflytingin. Onga aðrastaðni rýmir helvtin av studentunum av landinum á hvørjum ári, men skal føroyski ungdómurin nema sær vitan, noyðist hann ofta at fara. Tí eiga vit at gera alt fyri at geva ungdóminum ein møguleika fyri at vera verandi í landinum. University of Faroe Islands kundi verði ein partur av loysnini.