Gerið gráu útfyllingina við Sandin til grønt øki

Í Klaksvík er gott at vera, og nógvastaðni er sera vakurt, og nógv er hent í miðbýnum hesi seinastu árini til gleði fyri øll

Tað, sum tó dominerar og pínir hjá nógvum klaksvíkskingum er sum øllum kunnugt, Sandurin, sum bleiv til eina gráa útfylling. Eri sjálvandi vælvitandi um, at byggjast skal á útfyllingina við Sandin í samband við miðbýarætlanina, sum verður eitt prýði fyri býin, tá ið hon er liðug… men nær kemur miðbýurin, sum vit hava bíðað so leingi eftir, og hvat gera vit ímeðan vit bíða?

Eitt hugskot er, at meðan vit bíða eftir miðbýnum gera gráu útfyllingina við Sandin til grønt øki . Tað burdi ikki verið ringt at lagt flag á økið nú tað er planerað. Flagið kann lættliga takast av aftur so hvørt sum tað verður bygt á økið.

Á grøna økinum kundu verið borð og stólar, har fólk hava møguleika at sita og hugna sær við tí fantastiska útsýninum. Møguleiki er eisini at gera ymiskt til børnini, soleiðis, at tey eisini kunnu hugna sær við ymiskum spæli. Bara hugflogið setir mørkini. Vónandi verður býráðið opið fyri slíkum.

Týdningarmikið er, at eingin bilferðsla verður á økinum.

 

Fjøruvegur

Fjøran á vestursíðani kundi verið ruddað, reinsað og nýggjur sandur verði lagdur framvið fjørðuni. Síðani kundi ein gongubreyt verið gjørd framvið fjørðuni í hugnaliga umhvørvinum. Sjálvandi er eisini neyðugt at hugsa um hvalvágina í hesum høpi.

Hetta hevur verið tosað um fyrr, men onki er gjørt við hetta. Hví ikki gera hetta til veruleika?

 

Hugnakrók

Havi luftað tankan fyrr og geri tað aftur, at plássið beint heimanfyri Blikksmiðjuna ikki verður brúkt til parkeringspláss, men heldur verður gjørt til eitt hugnaligt umhvørvi, har fólk kunnu seta seg niður og njóta tað góða útsýnið.

Eg eri ikki fyri fyribilsloysnum, men nú eru vit komin hartil, at neyðugt er at gera býin so hugnaligan og fjálgan sum tilber, meðan vit bíða eftir at okkurt hendir á gráu útfyllingini.