Gerið frystigoymslu inn í fjallið á Tvøroyri

Niels Midjord
-----

Tað er harmuligt og hugstoytt, at hoyra og síggja tað, sum fer fram á Tvøroyri í hesum døgum og tað sum fer fram í Landsstýri og á Løgtingi í tí sambandi,. Og tað er ikki sørt, at hetta rívur upp aftur gomul sár úr mínum egna umhvørvi.

Í seinnu helvt av fimmti árunum og fyrru helvt av sekstiárunum var arbeiðs- og virkisloysi í Fuglafirði og tað kom tí væl við, tá íð Havsbrún varð bygt. Fólk vóru so glað fyri virkið, at tey bóru yvir við øllum ampum , sum stóðust av tí. Tá íð avbygdarfólk t.d. klagaðu um ringan deym, søgdu fuglfirðingar, at tað luktaði av pengum. Skjót vóru eisin avleidd vinnuvirki bygd báðu megin Havsbrún, so sum nótavirkið, trolvirkið og jarnsmiðjur og bygdin blómaði.

Men nógva virksomme á havnarlagnum gjørdi, at høvuðsgøtan: Niðari vegur, sum eisini er atkomuvegurin til havnarlagið, mátti breiðkast, so treylarar ótarnaðir kundu koyra til og frá. Eitt húsið fyri og annað eftir varð tikið niður og mong gomul trø máttu fellast, so nú er serstaka huglagið í gomlu bygdini burtur, og tann fyrr so hugnaliga gøtan er mest at líkna við ein tannleysan munn, men tað er kanska so, at tú dugir ikki at viðra tað, sum tú hevur, fyrr enn tú hevur mist tað.

Hetta var ikki hent, um Havsbrún av fyrstan tíð var løgd hinumegin fjørðin.
So hevði virkið sjálvt í allar mátar fingið størri rásarúm, og tey avleiddu virkini høvdu so eisini verið løgd har. Nýggi vegurin til bygdina, hevði tá verið lagdur soleiðis, at hann kom á havnarlagið fyrst, áðrenn hann kom inn í bygdina, soleiðis, at bygdin sjálv hevði sloppið undan allari tungari ferðslu, og gomlu býarpartarnir kundu verið varðveittir.

Hetta er sjálvsagt lætt at siga aftaná. Í tí løtuni, tá íð avgerðirnar skulu takast, er ofta neyðugt at smíða, meðan jarnið er heitt, og tá verður ofta ikki hugsað so nógv um avleiðingarnar, fyrr enn tær byrja at vísa seg. Tað hevur sjálvsagt havt álvarsligar fylgjur fyri trivnaðin í Fuglafirði, at høvuðsgøtan soleiðis varð sprongd av tungu ferðsluni til havnarlagið og at stórur partur av húsum og urtagørðum fram við høvuðsvegnum máttu víkja, men her er talan um hús, sum ikki brega frá øðrunn føroyskum húsum frá sama tíðarskeiðið. Ørvísið er á Tvøroyri, har snýr tað seg um vøgguna hjá føroyska sluppfiskiskapinum, og sostætt um ein týdningarmiklan part av føroysku søguni. Har afturat eru gomlu bygningarnir hjá T.F. Thomsen einastandandi á tann hátt, at eldsálir á staðnum hava valt um húsini av einslistum og skapt tey um til ein mentanardepul.

Sum skilst av tí, íð skrivað er omanfyri, hava tey á Tvøroyri lítið at læra av fuglfirðingum, uttan kanska hetta, at tá íð tað gjørdist ov trongligt at útbyggja á havnalagnum, funnu fuglfirðingar uppá at gera hallir til pakkhús og frystigoymslur inni í fjallinum. Hesum hava teir góðar royndir av, og tá íð tú ert komin inn í fjallið, hevur tú næstan óavmarkaðar møgulleikar at víðka allar vegir.