Gerið endiliga stýrisskipan

- Tað stendur Føroyum frítt at smíða ta stýrisskipan, ið føroyingar hava hug til, sigur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri

RÌKISFUNDUR


Arbeiðið við einari føroyskari grundlóg varð fyri kortum broytt til eina nýggja stýrisskipanarlóg, har eitt nú menniskjarættarsjónarmið og onnur sjónarmið verða orðaði. Og tað er eitt arbeiði, ið Anders Fogh Rasmussen einki sigur seg hava ímóti.

- Eg haldi tað vera í lagi, at mann í Føroyum er farin at smíða sína egnu stýrisskipan. Tað er fólkið í Føroyum sjálvt, sum ger av, hvussu tað vil innrætta seg, og hvørja støðu mann hevur í mun til ríkisfelagsskapin, sigur Anders Fogh Rasmussen.

Hann heldur ikki, at ivamálini um framtíðina hjá Føroyum í ríkisfelagsskapinum skulu vera til hindurs fyri, at føroyingar seta eitt tílíkt mál á dagsskrá í Føroyum.

- Politiska støður millum Føroyar og Danmark eiga ikki at koma í vegin fyri, at man í Føroyum skapar til dagligar politiskar spurningar, sigur Anders Fogh Rasmussen.

Og sum vant leggur hann bóltin á føroysku hálvuna.
- Tað er mín politiska meginregla, at føroyingar fáa tað, sum teir vilja hava tað. Tað vil altíð vera ein greiður meiriluti fyri at fylgja føroyskum ynskjum á fólkatingi, sigur Anders Fogh Rasmussen.


Yvirtikið er yvirtikið

Ì donskum fjølmiðlum er róð framundir, at tað kann koma upp á tal, at danir aftur yvirtaka  longur yvirtikin  málsøki frá føroyingum aftur, tá ringar tíðir kunnu ávirka samfelagsgongdina somikið í Føroyum. Men tað er ikki nakað, ið danski forsætisráðharrin sær sum ein møguleika.

- Tað kann eg als ikki ímynda mær. Tá ið donsk málsøki verða yvirtikin, so er tað við tí endamáli, at tey hareftir vera verandi á føroyskum hondum. Eg vil sostatt avvísa hatta fullkomiliga, sigur Anders Fogh Rasmussen