Stendur tað til Gerhard Lognberg, verður samgongan slitin nú í heyst.
Tað staðfestir løgtingsmaðurin úr Sandoy.
Sum Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin er Gerhard sjálvandi við í samgonguni, men hann er nú so argur inn á sínar samgongufelagar, at hann er rætt og slætt til reiðar at slíta samgonguna í heyst.
Tað er spurningurin um at gera Føroyar til eitt valdømi, sum hevur fingið bikarið hjá sandoyinginum at flóta yvir.
Serliga er tað fallið honum fyri bróstið, at tað er ein løgtingslimur fyri samgonuna, sjálvur løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, sum hevur lagt uppskotið fram í sjálvdrátti, uttan at tað er viðgjørt í samgonguni frammanundan.
Tað er eisini fallið honum fyri bróstið, at fleiri av hansara samgongufeløgum hava alment boðað frá, at teir taka undir við uppskotinum.
Undirtøkan fyri at gera Føroyar til eitt valdømi er so stór í Løgtinginum, at alt bendir á, at uppskotið verður samtykt.
Fyri Gerhard Lognberg hevur hetta so avgerandi týdning, at tað skuldi ikki staðið á hjá honum at slitið samgonguna upp á hetta málið fyri at forða fyri, at tað verður samtykt.
Men hann ivast í um tað hevði verið til nakra nyttu hjá honum at tikið stuðulin til samgonguna aftur.
Tað eru nakrir aðrir limir í samgonguni, sum eisini eru ímóti at gera Føroyar til eitt valdømi.
- Men eg ivist um um tað er so frægur stirðil í teimum, at teir tora at slíta samgonuna sigur hann.
Teir løgtingsmenn í samgonguni, sum Gerhard Lognerg ivast í merginum á, eru Anfinn Kallsberg, Jørgen Niclasen, Jógvan við Keldu,Kjartan Joensen, Marrjus Dam, Kristian Magnusen, Vilhelm Johannesen og Sverri Midjord.
Og so er tað sambandsmaðurin, Alfred Olsen, sum tók stuðulin til samgonguna aftur, men sum kortini stuðlar henni. Sambært kanning hjá Sosialinum eru allir hesir ímóti at gera Føroyar til eitt valdømi. Harafturat er tað so Hendrik Old, sum ikki svaraði.
Gerhard Lognberg er ikki bilsin av, at ein Gallup kanning hjá Sosialinum vísir, at Meirilutin av Føroya fólki tekur undir við, at Føroyar vera eitt valdømi.
- Sjálvandi er meiriluti fyri tí. Fjøldin av fólki býr jú í miðstaðarøkinum. Vit í útjaðaranum, sum hava størsta tørvin á, at Føroyar eru fleiri valdømi, eru so fá, at vit formáa okkum onki.
- Men tað er akkurát tí, at vit eru so fá og formáa okkum so lítið, at valskipanin tryggjar okkum umboð á Løgtingi.
Gerhard Lognberg staðfestir, at hetta er fólkaræðið, sum tað eigur at vera.