Løgtingsmaðurion Gerhard Lognberg hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni ein fyrispurning um, at útróðrarbátar í bólki 5 ikki kunnu selja markelkvotu. Hann spyr, um landsstýrismaðurin heldur tað vera rætt, at munur verður gjørdur á skipabólkunum.
Eisini vil hann hava at vita, um manningarnar umborð á teimum skipum og bátum, sum hava selt, fáa nakað burtur av søluupphæddini.