Gerhard skrivar endurminningar

- Tað tekur tíð at skriva endurminningar yvir so mong ár, men málið er, um alt gongur væl, at ein bók kemur út einaferð seinni í ár, sigur Gerhard Lognberg.

 

- Gamli situr her og lesur upp, meðan skrivað verður dúgliga inn á teldu. Um nakrar mánaðir kemur ein nýggj og spennandi bók á bókahillarnar, sum verpápin hevur skrivað um sína lívsleið.

 

Soleiðis skrivar Krista Winther Lognberg, kona Sámal Hanna Lognberg á sínum Facebook-vanga. Sámal Hanni er sonur Gerhard og Arnu, og soleiðis er Krista Winther Lognberg verdóttir teirra.

 

Gerhard Lognberg, sum hevur verið borgarstjóri í Skopunar kommunu í meira enn 30 ár og eisini hevur sitið á Føroya løgtingi, er nú í holt við at skriva endurminningar.

 

Hann er 73 ára gamal og fyllir 74 á allahalgannadegi, hin 1. november í ár. Sjálvur hevur Gerhard sagt, at hetta verður hansara seinasta skeið í Skopunar kommunu.

 

Gerhard Lognberg sigur við In.fo, at higartil eru umleið 100 maskinskrivaðar síður skrivaðar, og her kemur nógv aftrat, tí tað er ikki fyrr enn nú, at hann kemur til politikkin.

 

- Eg skrivi um barnaár, uppvøkstur, útróðrarfelag og flakavirkið í bygdini, sum altíð hevur verið mítt hjartamál. Nú fari eg at koma til politikkin, sigur hann.

 

Tað tekur tíð at skriva endurminningar yvir so mong ár, og tað tekur tíð at skriva um bæði kommunalpolitikkin gjøgnum so mong ár og um landspolitikkin.

 

- Málið er, um alt gongur væl, at ein bók kemur út einaferð seinni í ár, sigur Gerhard Lognberg við In.fo í dag.