Gerhard: Sigi ikki nei til formanssess

Skopunar tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum hevði ikki bakka undan ábyrgd, um formanssessurin stóð honum í boði. - Eg havi ligið illa sjúkur seinastu tíðina, og havi tí als ikki verið við í spurninginum um nýggjar landsstýrismenn.

Tað sigur Gerhard Lognberg.

Tað er ikki so langt síðani, at hann mælti Jóannesi Eidesgaard til at leggja frá sær, og at lata onkrum øðrum stýrisvølin í hond. Men tá hetta nú er hent, vil hann ikki peika á nakran ávísan sum nýggjan formann.

Hvussu so við at hann sjálvur verður nýggjur formaður?

- Tað verður tosað so nógv um aldur, og eg eri eldri enn Jóannes Eidesgaard. Hinvegin havi eg ongantíð verið bangin fyri at taka ábyrgd, og hevði fegin tikið formansstarvið á meg í nøkur ár, sigur Gerhard Lognberg.

Hann heldur annars, at tað er neyðugt at fáa flokkin aftur á beina javnaðarleið.

- Javnaðarveljarin hevur verið arbeiðsmaðurin, flakakvinnan og fiskimaðurin, og hesi hava ikki sæð Javnðarflokkin staðið á barrikadunum og vart borg, og tí síggja vit vánaligu úrslitini í veljarakanningunum, sigur Gerhard Lognberg.

Hetta hevur hann roynt at víst á innanflokka.

- Men har tali eg fyi deyvum oyrum. Eg kom á Ting við nógvum atkvøðum, og eg gjørdi greitt, at eg vildi hava ein landsstýrissess, men tað fekk eg ikki.Men vil fegin standa á odda at beina flokkin á rætta leið aftur, sigur Gerhard Lognberg.