Týska stjórnin hevur sett sær fyri at nýskipa vælferðarsamfelagið, tí tað almenna hevur ikki ráð at fíggja verandi vælferðarskipanir, sum kosta ríkiskassanum meiri og meiri, sum árini ganga. Eitt nú ætlar stjórnin at skerja almennu veitingarnar, at fólk skulu rinda ein part fyri viðgerð í heilsuverkinum og at hækka pensjónsaldurin.
Tann 17. oktober skal tingið atkvøða um eitt uppskot, sum skerjir arbeiðsloysisstuðulin, men tað er minni enn so vist, at uppskotið verður samtykt. Seks av tinglimunum hjá sosialdemokratunum sýta fyri at taka undir við uppskotinum, og teir hava gjørt greitt, at teir ætla sær ikki at gera eftir harraboðum frá floksleiðsluni.
Gerhard Schrøder, kansl-ari, ávarar um, at atkvøðugreiðslan um at broyta vælferðarsamfelagið kann enda sum í 1982, tá eitt stríð um búskaparlig tiltøk sprongdi samgonguna millum SPD og Fríu Demokratarnar við tí úrslitið, at Helmuth Schmidt, kanslari, mátti frá eftir eina misálitisatkvøðugreiðslu í samveldisdegnum. Ta lagnuna ætlar Schrøder sær ikki, skrivar Frankfurter Allgemeine Zeitung,og tí hóttir hann við at fara frá fyri jól, verða nýskipanaruppskotini ikki samtykt.










