Gerhard missur rættindi í Javnaðarflokkinum

Hann er ikki longur vælkomin í tingbólkinum, men tað er hann sjálvur, sum hevur sett seg uttanfyri, sigur John Johannessen, formaður í tingbólkinum

Gerhard Lognberg er nú ein skerdur fuglur í reiðrinum hjá sínum egna flokki.

Tað er greitt eftir at Javnaðarflokkurin á tingi hevur gjørt av at skerja rættindini hjá Gerhard í flokkinum munandi.

John Johannessen, formaður fyri Javnaðarflokkinum á tingi, staðfestir, at Gerhard Lognberg verður ikki tveittur úr tingbólkinum hjá flokkinum í kjalarvørrinum á, at hann tók seg úr samgonguni í farnu viku.

Men hóast hann ikki formliga verður koyrdur úr tingbólkinum, er tað í veruleikanum at kalla bara á pappírinum, at hann framvegis verður limur, tí rættindi hansara verða munandi skerd.

John Johannessen staðfestir, at hereftir verður Gerhard Lognberg ikki longur fullgyldugur limur í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.

Men hann staðfestir, at tað er Gerhard Lognberg sjálvur, sum hevur sett seg í hesa støðuna.

- Tað gjørdi hann tá ið hann fór úr samgonguni.

Alt hetta merkir, at hóast Gerhard Lognberg framvegis er formligur limur í tingbólkinum hjá flokkinum, sleppur hann ikki at vera við í politiskum viðgerðum í flokkinum.

- Nú Gerhard Lognberg er farin úr samgonguni, er tað ein nattúrlig avleiðing, at hann heldur ikki longur sleppur at vera við í politiskum viðgerðum í tingbólkinum, sigur John Johannessen.

Hann sigur, at í tingbólkinum verða samgongumál viðgjørd, og tað viðgerðina hevur Gerhard Lognberg onki longur við at gera, tá ið hann er farin úr samgonguni.

- Vit kunnu ikki hava ein mótstøðu-tinglim hjá samgonguni við í viðgerum av samgongumálum, leggur hann afturat.

Hereftir fer Gerhard Lognberg sostatt heldur ikki at fáa fundarboð til fundir hjá tingbólkinum, tá ið politisk mál eru til viðgerðar.

Eru onnur mál til viðgerðar, kann tað koma upp á tal at geva honum fundarboð.

Formaðurin í tingbólkinum sigur, at hereftir verður Gerhard Lognberg heldur ikki framsøgumaður fyri flokkin í nøkrum málum.

Hann sigur, at tað verður helst eisini neyðugt at umskipa nevndirnar hjá Løgtinginum, so at annað javnaðarfólk kann veljast í tær nevndir, har Gerhard Lognberg annars hevur umboðað flokkin.

Men tá ið Gerhard Lognberg bara formliga er limur í tingbólkinum, hví so ikki taka stigið fult út og koyra hann úr.

- Alt hetta er ein støða, sum Gerhard Lognberg sjálvur hevur sett seg í og hann skal eisini sleppa at taka avgerðina sjálvur um at melda seg úr tingbólkinum, sigur John Johannessen.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Gerhardi Lognberg til blaðið í dag.