- Sjálvandi føli eg, at hetta er keðiligt. Eg havi stríðst fyri at reka javnaðarpolitikk, og eg haldi, at tað er eitt sindur keðiligt, at tað var eg, sum skuldi bakka. Trupulleikin er tey etisku málini, og at eg kanska onkuntíð havi verið ov hvassur.
Tað segði Gerhard Lognberg, fyrrverandi javnaðartingmaður, við Kringvarpið í dag, eftir at tað var vorðið greitt, at hann nú er koyrdur úr Javnaðarflokkinum.
- Hetta var ikki ein harðligur fundur. Tað líkist mær ikki serliga nógv, men eg tók slett ikki orðið. Eg tímdi ikki at taka orðið, men sat bara og lurtaði.
Gerhard Lognberg heldur, at ein flokkur eigur at ansa væl eftir, áðrenn ein tinglimur verður tveittur á dyr.
- Tað, at flokkurin í dag tekur avgerð um at blaka meg út, er tí, at eg skal hava kallað fyrrverandi formannin fyri landasvíkjara. Eg harmist eitt sindur um, at hetta verður ført fram, tí tað er beinleiðis lygn.
Hann sigur, at hann ongantíð í lívinum hevur kallað nakran landasvíkjara.
- Hetta skal vera hent í 2008 og tykist at vera tað, sum nú - í 2013 - vigar tyngst í avgerðini. Sagt hevur eisni verið, at formaður floksins skal hava tosað við meg um at trekkja meg, so friður verður. Men, formaðurin hevur ongantíð tosað við meg um tað.
Gerhard Lognberg vísti til Aksel V. Johannesen og segði, at hesin á fundinum í dag segði sandoyartingmannin hava ótrúliga nógvar politiskar dygdir, og so kortini tveitir hann Gerhard á dyr.
Í samrøðuni við Kringvarpið í dag, spurdi tíðindamaðurin Gerhard, hvør munurin er at svíkja fólk - og so at vera landasvíkjari?
- Tað er ein veldigur munur, og tað er púrasta hvør sítt – tað at svíkja fólk og at vera quislingur, sló Gerhard púrasta fast.
Gerhard Lognberg vísti á, at formaður Javnaðarfloksins fleiri ferðir hevur ført fram, at tað má vera vítt til veggja í einum flokki, og sjálvur heldur hann ikki, at hann hevur havt tær øgiliga nógvu ósemjurnar við flokkin.
- Eg havi verið ósamdur viðhvørt, og í etiskum málum eri eg rúkandi ósamdur. Sjálvur trúgvi eg, at málið um, at samkynd skulu kunna giftast, hevur vigað ógvuliga tungt í avgerðini um at tveita meg úr flokkinum.
Spurdur, hvussu hansara politiska framtíð nú sær út, segði Gerhard Lognberg við Kringvarpið, at tað veit hann ikki í løtuni.
- Eg havi faktist ikki gjørt mær ein tanka um tað, segði fyrrverandi javnaðartingmaðurin eftir útblakingarfundin í dag.










