Hann var og er framvegis ímóti, at kynslig orientering verður skoytt upp í grein 266 b í revsilógini. Gerhard Lognberg hevur bæði í bløðum og á tingsins røðarapalli ávara ímóti at samtykkja broytingaruppskotið, og tí er tað ein nærliggjandi spurningur, um hann nú fer at gera sum Karsten Hansen ella Alfred Olsen?
– Tað havi eg ikki tikið støðu til enn, svaraði Gerhard Lognberg, tá vit settu honum spurningin í tingsalinum seinnapartin hósdagin.
Síðani spurdu vit, um og nær ein slík útmelding fór at koma frá hansara síðu? Gerhard Lognberg sigur, at tað er ikki greitt enn, og heldur ikki er tað víst, at eini slík boð koma.
– Men eg fari at taka eina avgerð, sum tænir mær og valdømi mínum best, sigur Gerhard Lognberg.










