Gerhard Lognberg, fyrrverandi tinglimur hjá Javnaðarflokkinum, sum 31. oktober 2013 bleiv koyrdur úr Javnaðarflokkinum, loypir í hvassorðaðum lesarabrævi á Javnaðarflokkin og finst at førda politikkinum, nú flokkurin er komin til valdið aftur.
Í lesarabrævinum greiðir hann frá løtuni, tá hann bleiv koyrdur út flokkinum, og lýsir hvussu Javnaðarflokkurin, eftir hansara tykki, verður stýrdur av einari losju.
Um núverandi kós hjá flokkinum metir fyrrverandi tingmaðurin, at um hetta heldur á, so verða bæði Aksel og flokkurin úti av spælinum í 2020. Serliga finst fyrrverandi tingmaðurin á leiklutinum hjá flokkinum í nýggju pensjónssemjuni.
- Hvat vænta tit, ið stýra í dag? Í 2020 vænti eg, at Aksel og tit eru úti av spælinum, annars er løgið, so tit bestemma neyvan nakað um pensjónir eftir 2020, Guð havi lov fyri tað.
Víðari vísir tingmaðurin á, at Javnaðarflokkurin eftir hansara tykki er farin í stríð við fleiri samfelagsbólkar, harímillum teirra egnu fólk.
- Tit, samgongan berjast við tykkara egnu, Javnaðarflokkurin er í gamla lag, tingmenn hava einki at siga, "losjufólkið" stýrir og skal bestemma so, at tingfólkini bara skuldu vera boðberar.
- Pensjonistarnir berjast tit við, fiskimannafelagið berjast tit við, Skiparar- og Navigatørfelagið berjast tit við.
- Og reiðararnar, har er svartasta morð. Tykkara meining er, at skatta eitt møguligt avlop hjá reiðarum við 70 til 80%.
- Helst verður tann stolti skipaflotin til gamlar rustikustar og trygdin hjá sjómonninum hareftir.
Les alt lesarabrævið hjá Gerhard Lognberg við at trýsta á her.









