Gerhard einsamallur í Sandoynni

Sandoyar Sambandsfelag hevur gjørt av at stilla Gerhard Lognberg upp til løgtingsvalið.

Sandoyar Sambandsfelag hevur gjørt av at stilla Gerhard Lognberg upp til løgtingsvalið.

 

- Hann varð eisini stillaður upp til fólkatingsvalið, og gjørdist tað eitt rimmar val fyri flokkin í Sandoynni.

 

Tað sigur Sandoyar Sambandsfelag í tíðindaskrivi í kvøld.

 

Felagið vísir á, at Gerhard politiskt hevur verið ein primus motorur í samband verkætlanina at byggja undirsjóvartunnil til Sandoynna.

 

- Skjótt verður byrjað at bora, og tá verður Sandoyggin nærri meginøkinum, leggur felagið aftrat.